onsdag den 22. februar 2012

Onkuntíd ger man kubbi:)

Eg, sjeikurin og ein gód vinkona vóru í midbýnum í Odense. Tad skuldi verda ein hyggetúrur og ikki nakar shoppingtúrur. Men tá man gongur forbíd handilsvindeyguni kann eg ikki lata verda vid at fara inn. Eg sá í einum handilsvindeyga at har vóru einar stilettir sum eg havi hugt leingi eftir so eg fór inn. Tá eg kom inn um hurdina sá eg at júst teir stilettirnar sum eg ynski mær vóru í útsølu, fyri 100,- kr. Tá eg sá teir í gelluni um jólini kostadi teir 500,- tvs 400,- ddk :) Eisini var júst mín stødd har og eg fór beinaveg til kassan. Tá eg kom til kassan spurdi ekspetrisan hvussu nógv skógvarnar stódu at kosta, eg segdi 100 kr og hon trúdi tí ikki heilt. Tad var soleidis at ein ung genta sum arbeitti har hevid sett skeivan prís á og stilettirnar skuldi kosta 250,- í útsølu. Av tí at keypslógin er at um ein prísur stendur so skal ein fáa vøruna til ásetta prís. Konan segdi vid einum sukki at eg skuldi fáa stilettirnar fyri 100 kr og so skundadi hon sær at broyta prísin. LUCKY ME! So tad 1 góda kubbi var av óvart, men minst líka gott. Eftir ein hyggeligan túr í midbýnum, fóru vit til Bazar Fyn, har tad er basarur vid øllum møguligum. Alt frá frískar eksotiskar frugtir til klædir. Sjeikurin fór til frisørin har inni, har mannfólka klipp kostar 100 kr og kvinnuklipp kostar 250. Eingin bíditíd so vit gentur fóru at ganga runt í basarinum. Eg sá nógv lekkurt, sum man ikki finnur í "vanligum" handlum. So til mítt næsta kubb ;) Eg sá ein dagin eina gentu vid einari tasku sum eg helt var sooo lekkur. Hon hevid hvíta armtasku vid ledurlook og hevid sylvur nittur allavegin runt á taskuni. So inni í Bazar fyn sá eg eina tasku líka sum tann eg hevid sad. Eg hugdi fyrst og spurdi um kostnad og madurin sum var útlendingur segdi at eg kundi fáa hana fyri 375,. Tad helt eg var í so nogv tá eg yvadist í kvalitetinum á vøruni. Hann lat okkum ikki fáa frid og tad endadi so at eg fekk prutta hana nidur á 150 = Win!!=) So eg kom glad heimaftur frá einum hugnaligum bútúri vid eina tasku og stilettum ríkari, ella 250,- kr fátækari hehe. Soleidis kann tad eisini ganga=) Helt hendan søgan var nokkso skeg. 




                                                            Her er mynd av stilettinum : 



        


             Her er ein mynd av líknandi tasku :





Takk fyri hesuferd :)

Ingen kommentarer:

Send en kommentar