fredag den 9. november 2012

Something old, something new and something purple:)

Her er ein tallerkhyll sum eg havi keypt 2hand fyri 150kr og síðani mála hana av nýggjum. Teir lillaðu kopparnar og tallerkanar eru frá greengate og eru keyptur til serprís á www.gabriellas.dk, eg fekk 5 koppar fyri 240kr við frakt so eingin tollur kom á og tað kom direkta inn um hurðina nakrar dagar eftir eg bestilti á netinum. Teir 2 kláru stóru tallerkanir eru teir sum eg og maðurin ótu av á okkara brúðarveitslu og eru keyptur í idemøblum. Hjarta sum hongur á tí eini skuffuni á tallerkhyllini er keypt í fípuni í sms. Mítt tema í køkinum er lilla oh helst við hvítum prikkum. Vónandi kann hettar geva tær íblástur til ein hugnakrók í tínum heimi. Gott vikuskiftið

torsdag den 8. november 2012

Tunsalat

So havi eg enduliga gjørt tunsalat og enntá uttan mayonaise. Uppskriftina havi eg fingið á netinum men havi sjálv valt at koyra mais í!:) 
 Hettar er til eina stóra potión:

 2 dós í vatn 
 4 dl greskum yoghurti 
 200 gr hakkað leyk 
 1 dós mais 
 1 sitrón (saftin) 
 Salt&pipar 

 Fyrst síla vatnið frá tundósini og blanda vatnið saman við greska yoghurtinum. Síðani koyr leykin og mais í og rør. Pressa sitrónina í blandingina. Mosa tunstykkini og rør tað í, til síðst smakka til við salt og pipar. 



 Vælgagnist