fredag den 9. november 2012

Something old, something new and something purple:)

Her er ein tallerkhyll sum eg havi keypt 2hand fyri 150kr og síðani mála hana av nýggjum. Teir lillaðu kopparnar og tallerkanar eru frá greengate og eru keyptur til serprís á www.gabriellas.dk, eg fekk 5 koppar fyri 240kr við frakt so eingin tollur kom á og tað kom direkta inn um hurðina nakrar dagar eftir eg bestilti á netinum. Teir 2 kláru stóru tallerkanir eru teir sum eg og maðurin ótu av á okkara brúðarveitslu og eru keyptur í idemøblum. Hjarta sum hongur á tí eini skuffuni á tallerkhyllini er keypt í fípuni í sms. Mítt tema í køkinum er lilla oh helst við hvítum prikkum. Vónandi kann hettar geva tær íblástur til ein hugnakrók í tínum heimi. Gott vikuskiftið

Ingen kommentarer:

Send en kommentar