onsdag den 22. februar 2012

Onkuntíd ger man kubbi:)

Eg, sjeikurin og ein gód vinkona vóru í midbýnum í Odense. Tad skuldi verda ein hyggetúrur og ikki nakar shoppingtúrur. Men tá man gongur forbíd handilsvindeyguni kann eg ikki lata verda vid at fara inn. Eg sá í einum handilsvindeyga at har vóru einar stilettir sum eg havi hugt leingi eftir so eg fór inn. Tá eg kom inn um hurdina sá eg at júst teir stilettirnar sum eg ynski mær vóru í útsølu, fyri 100,- kr. Tá eg sá teir í gelluni um jólini kostadi teir 500,- tvs 400,- ddk :) Eisini var júst mín stødd har og eg fór beinaveg til kassan. Tá eg kom til kassan spurdi ekspetrisan hvussu nógv skógvarnar stódu at kosta, eg segdi 100 kr og hon trúdi tí ikki heilt. Tad var soleidis at ein ung genta sum arbeitti har hevid sett skeivan prís á og stilettirnar skuldi kosta 250,- í útsølu. Av tí at keypslógin er at um ein prísur stendur so skal ein fáa vøruna til ásetta prís. Konan segdi vid einum sukki at eg skuldi fáa stilettirnar fyri 100 kr og so skundadi hon sær at broyta prísin. LUCKY ME! So tad 1 góda kubbi var av óvart, men minst líka gott. Eftir ein hyggeligan túr í midbýnum, fóru vit til Bazar Fyn, har tad er basarur vid øllum møguligum. Alt frá frískar eksotiskar frugtir til klædir. Sjeikurin fór til frisørin har inni, har mannfólka klipp kostar 100 kr og kvinnuklipp kostar 250. Eingin bíditíd so vit gentur fóru at ganga runt í basarinum. Eg sá nógv lekkurt, sum man ikki finnur í "vanligum" handlum. So til mítt næsta kubb ;) Eg sá ein dagin eina gentu vid einari tasku sum eg helt var sooo lekkur. Hon hevid hvíta armtasku vid ledurlook og hevid sylvur nittur allavegin runt á taskuni. So inni í Bazar fyn sá eg eina tasku líka sum tann eg hevid sad. Eg hugdi fyrst og spurdi um kostnad og madurin sum var útlendingur segdi at eg kundi fáa hana fyri 375,. Tad helt eg var í so nogv tá eg yvadist í kvalitetinum á vøruni. Hann lat okkum ikki fáa frid og tad endadi so at eg fekk prutta hana nidur á 150 = Win!!=) So eg kom glad heimaftur frá einum hugnaligum bútúri vid eina tasku og stilettum ríkari, ella 250,- kr fátækari hehe. Soleidis kann tad eisini ganga=) Helt hendan søgan var nokkso skeg. 




                                                            Her er mynd av stilettinum : 



        


             Her er ein mynd av líknandi tasku :





Takk fyri hesuferd :)

onsdag den 8. februar 2012

Te útreinsan :)



Eg havi leingi ætla mær at keypt hendan pakkan av te som skal útreinsa. Eg havi keypt 2 pakkar fyri 100,- á www.bazaronline.dk. À heimasídini stendur:


Læt og effektiv útreinsingste


  • Slankite er kent frá Q TV vid Pernille Aalund
  • Seasalt mótvirkar cellulite og uphobning av affaldsstoffum og feitt i kroppinum
  • Seassalt grønt te frísker húdina upp
  • Ùtreinsingskurin er anbefaladur av Q-bladnum

Um vøruna
Seasalt grønt te er inspirera av natúrini á Fanø og havinum har. Te´id fokuserar á røkt, vælveru og er allergenfrí angauppliving.

Q-bladid skrivar soleidis: "Grønt te frá Seasalt er tann mest effektiva, lætta og skjótasti útreinsingskurin vit enn hava upplivad."

Vørufakta
Ùtreinsingskururin inniheldur:
- Grønt te vid antioxidanter: styrkir immunforsvarid og blokerar fyri feittmolekyle-uptagilsi í kroppinum og stimulerar fordøjilsi
- Hvidtjørn: hjartastyrkjandi og blódtryksregulerandi
- Senna: útreinsandi virkan
- Ginseng: gevur orku og lindrar lidpínu.

Anvendelse: 
Hettar te kann njótast avkøla ella heitt. Kururin røkkir til 14 dagar. Um tú eftir 14-dagars kuri vil framá nýta kurin, skal hettar fyst henda eftir 3 vikurs pausu. 
útreinsingskururin er ikke til barnakonur og kvinnur id geva bróst, likasum ginseng produktir normalt ikki anbefallast til persónar vid epilepsi.

Eg gledi meg at royna hendan kurin. vónandi var hettar ein inspiratión til tykkum

Hav ein gódan dag

Vinarliga
Bjørga <3

fredag den 3. februar 2012

Curly waves ! :)


Eg havi leita eftir einum krúllijarni sum ger "natúrligar" krúllir og sá í bazar bladnum at hettar var best til prisen. Nú ein dagin eg var í Rosengårdcentrinum í Odense gekk eg forbíd hettar krúllijarni í matas. Til alla mína eydn var júst hettar krúllijarni uppá tilbod fyri 299,- kr, nýprísurin var 399,-. Nú hevur krúllijarnid ligid í erkjuni í 1 viku og eg bestemmadi meg at fara beint at royna tad. Eg haldi at tad bleiv eitt fínt úrslit, men kundi gott hugsad mær at tad var eitt sindur tinri, men hettar er perfekt til langt hár. 


Her er myndir before and after:


Ein kann gott fáa fleiri krúllur vid jarninum, men eg dámi væl natúrligt wave old hollywood look.

 Takk fyri hesaferd
  Bwinther

Súrepla snack vid kanel ;)



Eitt lekkurt alternativ til tí søtu tonnina.


1. koyr skæli av súreplinum
2. Sker í bátar
3. koyr í eldfast ílat
4. stroy kanel á
5. koyr í ovnin 150g í 10 min




Nemt og sunt snack. Eisini kann man brúka grekst yogurt til ístadin fyri súrróma.


Vælgagnist



A moment on your lips forever on your hips:D

Eftir ein graviditet har eg tók næstan 30 kg uppá eri eg lætna yvir 20 kg aftur. Eg havi avgjørt at 2012 skal verda árid har eg vil gera ein lívstílsbroyting. Av tí eg brúki ordi lívstílsbroyting, er tí at eg ikki skal á kur ella annad sum er órealistiskt. Tad rædur um at leggja kostin um og so broyta mín lívistíl til ein sunnari. 
Àdur havi eg gjørt sum flestar sum eru á kur : eti mega sunt og trena nógv, men so fellur man í og alt kann gera tad sama.
 Eg sá í eini sending her fyri har ein persónligur venjari segdi at ein fyrst kann annahvørt broyta matvanar og so tá man hevur tad uppá pláss taka trening inn í gerandisdagin. 
Hettar havi eg roynt sídani 1 január 2012. Hesin mátin haldi eg er ordiliga gódur, har eg royni at eta 3-4 hvønn tíma og eta sunt. Ein lívsstílsbroyting er ikki nakad sum hendir yvir nátt og man kemur at fella í tí søtu felluna, men tad rædur um at sídani fara aftur til tad sunna og gera alt vid máta. 
Eg havi altíd skippa morgunmatin av tí at eg ikki havi so gódan matarlyst um morgunin. Eisini havi eg eti ca 2 ferdir um dagin og tá eg so enduliga havi eti havi eg eti, át eg alt ov nógv. Hettar er tad ringasta ein kann gera, um ein vil halda forbrenningini uppi. 
Eg havi so í nakrar vikur eti beinavegin eg eri komin upp eina skál av havragrýn (uttan sukur hehe). Teir fysrtu dagarnar helt eg at tad smakkadi heilt forferdiligt, men nú dámi eg tad betur og betur. 
Tá eg ikki havi orku ella hug at gera mær nakad at eta tá teir 3-4 tímarnar eru farnir so havi eg fingid mær nutrilett (líknandi nupo) sum er skjótt at shake´a og so drukkid tad (Sjokulátasmakk og smakkar MEGA væl). Hettar er ikki tí at eg vil erstatta mat vid pulvurdrykk, men eg hugsid at tad er betur at drekka tad enn einki at eta. 
Eg royni at halda mær frá øllum hvítum t.d fransbreyd, pasta, eplir, rís og tad haldi eg er tad ringasta at yvirhalda, men ein kann keypa fullkornspasta. Um eg havi hug til okkurt ósunt havi eg keypt sjokulátabarrir frá nutrilett og eisini dr.oetker músli bar. hettar smakkar væl og er eitt gott sunt alternativ. 
Eisini eri eg ein stór fan av smoothie og haldi tad er mega gott at fáa sær ein frískan smoothie tá ein er módur av øllum tí grova matinum. 
Eitt sum er umrádandi tá ein gjarna vil lætna, er at hugsa í tí sunna bananum í øllum stødum. T.d vóru eg og sjeikurin á jensens bøfhus eitt kvøldid, har eg yvirraskandi hugsadi um hvat eg bílagdi. Eg valdi rækjusalat, fitnesskýlling í stadinfyri búff og so fór eg einafer upp at fáa mær ís (tag selv is) og át hann eingong ikki upp (klapp på skulderen). Hettar er kanska tekin um at eg eri farin at hugsa í adrar banar. 
Eisini eftir at eg eti morgunmat, føli eg at eg ikki eri líka svong og lekkursulten. 
Fyri meg hevur tad verid ein lætti ikki at bædi trena og broyta matvanar. Nú tá eg havi broytt matvanar og gjørt tad í eina tíd so fari eg spakuliga at taka motión inn í myndina. 
Av tí at eg havi verid nidri í 1 mána og skal verda her í ein avtrat, so haldi eg at tad er lættari at finna rávørur til at gera sunnan kost. Eisini havi eg tuga mammu mína vid at broyta lívsstíl og tad hjálpir at hava onkran sum minnir ein um at verda sunnur og motiverar ein. 


Vónandi er hettar ein motivatión til tín sum vil av vid nøkur kilo, men veit ikki hvar tú skalt byrja.


Góda weekend


BWinther <3













onsdag den 1. februar 2012

Glambox.dk


Eg plagi at brúka nógva tíd inn ímillum uppá at leita eftir ymiskum á netinum, tad er alt frá stilettum til babyting og ein dagin kom eg fram á heimasídina www.glambox.dk, sum vísti seg at selja alt møguligt til ein samuligan prís. Eg fann ymisk produktir sum eg fegin vildi royna og valdi at brúka min. 500 fyri at fáa fría frakt. Eg valdi mær nøkur produktir til hárid tí at eg strídist vid at fáa langt sunt hár og tad er eitt sindur ringt tá ein bleikir hárid. Eg valdi at keypa hárkur, hárolju og eitt spray sum verjir hárid frá hita av merikinum Lee Stafford. Eisini keypti eg blix lastik sum er gjørt av smidigum genbrúksmateriali í plastik sum verjir hárid ímóti slit. Tad eru tvær farvir av hesum lastikkum (svart og gjøgnumsigtigt) og í hvørjum pakki eru 8 í. Eisini havi eg eina perfumu frá Pink Sugar og hon luktar av bomm, ordiliga søt so eg valdi at keypa bodymousse 250 ml og hettar kremi er soo lekkurt. Eisini vid í keypinum fekk eg eina kabuki bust og deo roll-on frá Gosh av tí at eg ikki havi funnid nakran deo sum eg eri heilt nøgd vid. Eg var so heldig at tá eg bílegdi var tad január útsalg har alt var -10%.

Alt hettar fekk eg:
Lee Stafford Hair growth treatment 200ml 119,- (útsalg 95 ,20) 
Lee Stafford Poker straight flat iron protection 200ml 99,- (útsalg 79,20)
Lee Stafford Poker straight shine serum 50ml 119,- (útsalg 95,20)
Pink Sugar body mousse 250ml 149,- (útsalg 119,20,-)
Blax snap-free hair elastics 8 stk. 59,- (útsalg 42,20,-)
Kabuki bust 89,- (útsalg 71,20,-)
Gosh creme roll-on 75ml 59,- (útsalg 42,20)

Alt í alt kostadi alt hettar 554,40 ddk og av tí at eg eri í Danmark í løtuni var eingin eyka kostnadur.

Eg havi roynt hárseriuna og kremi..hettar kann anbefalast.

Heimasídan er heilt sikkurt verd at tjekka út og hesa vikuna er frí levering av tí at heimasídan fyllir 1 ár.

Havi ein gódan dag har úti!!=)

One of many Wishlists:)

Ein hevur jú loyvi at droyma...okkurt av hasum SKAL eg keypa næsta vikuskiftid har eg og sjeikurin fara til Keypmannahavn í vikuskiftid, men okkurt av hesum skal sleppa at verda

Mynd 1 : Sif Jakobs ringur 1599,- (www.chanti.dk)
Mynd 2 : Kilehæl stilettir frá H&M 199,- (www.hm.com/dk)
Mynd 3 : Kropskrem Chocomania frá The body shop 200 ml 150,- (www.thebodyshop.dk)
Mynd 4 : Taska frá Gina Tricot 199,- (www.ginatricot.dk)
Mynd 5 : Marc Jacobs Daisy perfuma 50 ml 465,- (www.matas.dk)