fredag den 7. oktober 2011

Mín húdrøkt..

Eg havi verid alvorliga sløv tá tad kemur til húdrøkt av tí at eg ikki havi haft tad stóra trupulleikan vid mínari húd. Men nú tey seinastu 2 árini havi eg tikid meg saman og byrja at kúkla um mína húd. Eg kann ikki blíva vid at hava góda húd um eg einki geri framyvir, so eg havi lovad mær sjálvum at royna at minnast til at røkta húdina. Nú eg havi ein son id er 9 vikur er tad torført at finna tíd um kvøldarnar at priortera at vaska, reinsa og vidgerda húdina rætt MEN tad má gerast sjálvt um eg onkuntíd droppid tad og fari beint í song!:)

Eg orki ikki fyri at ein skal ogna sær 10 ymisk produktir til at røkta húdina tí so stendur man heilt forvirradur og veit ikki hvørja rekkjufylgju ein skal ganga eftir. Tískil havi eg valt at ogna mær Clinique 1 2 3 Step 1: Cleanse · Step 2: Exfoliate · Step 3: Moisturize enten til normala, turra ella feittuta húd...nemmari kann tad ikki gerast!!
Hettar er mín dagliga húdrøkt um kvøldanar :
                                                             
                                                              

                                                                     
                                                       
                                                           

1. Vaski alla sminkuna av vid makeup fjernara frá Nivea
2. Vaski húdina vid vaskigelé Clinique step 1
3. Duppi Clinique step 2 vid vatt á húdina (serliga høkuna, pannuna og nøsina)
4. Rundi av vid einum kremi (alt eftir hvørja húd tú hevur) tá eg einki Clinique krem hevid eftir, keypti eg Mosture Vitamin E krem frá The Body shop






Eina til tvær ferdnar um vikuna geri eg meira burtúr at reinsa húdina ordiligt og hettar er hvat eg brúki tá:



          


                        


       




                            



1. Vaski alla sminkuna av vid Nivea makeup remover
2. Vaski vid gelévask frá Clinique step 1
3. Koyri Mineral masku á frá The Body Shop (blívur heit tá hon kemur á húdina)
4. Skrubbi húdina vid Nivea ansigt skrub
5. Duppi Clinique tonic water step 2 á nøs, høku, pannu og háls
6. Koyri face & body krem á ansigt og háls frá Aderma id er keypt á apotekinum

Aderma kremi keypti eg upprunaliga til sonin tí hann hevid irriterada húd og fekk rád frá heilsusytrini at júst hettar kremi var gott til teir reydu prikkarnar id hann hevid. eftir tveir dagar vóru allir prikkarnar vekk og eg helt at húdin hjá honum bleiv simpulthen so gód at eg fór eisini at royna hettar...Eg bleiv ikki skuffa og velji nú at brúka Aderma tá eg virkuliga skal røkta húdina :)
¨



Eisini brúki eg Face mist fra The Body Shop útyvir sminkuna fyri hald ella bara fyri at geva húdini eitt sindur av fugt.






Hettar er so mín rutina av húdrøkt og eg havi sett mær fyri at royna at fylgja henni fyri at hava góda húd nú og vónandi eisini í framtídini.

Legg enduliga ein kommentar um hvat tit halda

Góda weekend<3



2 kommentarer:

  1. Hey Bjørga :D
    Er hatta facemyst´i gott? Eg eri ikki so glað fyri The Body Shop.. :S men eg veit, at vitmain E er gott fyri húðina :D
    Av tí at mín húð er so turr og sart, brúki eg Avené (if you wanna know;) )...

    SvarSlet
  2. Heeey:)) Eg dámi ikki The Body Shop fyrr, men nú dámar mær ordiliga væl nøkur ting t.d shimmer cubes, mist og krem vid vitamin e osfr;) Eg havi ikki hoyrt um Avené, men hattar Aderma er til ordiliga turra hud og er eitt feitt krem=))

    SvarSlet