fredag den 3. februar 2012

A moment on your lips forever on your hips:D

Eftir ein graviditet har eg tók næstan 30 kg uppá eri eg lætna yvir 20 kg aftur. Eg havi avgjørt at 2012 skal verda árid har eg vil gera ein lívstílsbroyting. Av tí eg brúki ordi lívstílsbroyting, er tí at eg ikki skal á kur ella annad sum er órealistiskt. Tad rædur um at leggja kostin um og so broyta mín lívistíl til ein sunnari. 
Àdur havi eg gjørt sum flestar sum eru á kur : eti mega sunt og trena nógv, men so fellur man í og alt kann gera tad sama.
 Eg sá í eini sending her fyri har ein persónligur venjari segdi at ein fyrst kann annahvørt broyta matvanar og so tá man hevur tad uppá pláss taka trening inn í gerandisdagin. 
Hettar havi eg roynt sídani 1 január 2012. Hesin mátin haldi eg er ordiliga gódur, har eg royni at eta 3-4 hvønn tíma og eta sunt. Ein lívsstílsbroyting er ikki nakad sum hendir yvir nátt og man kemur at fella í tí søtu felluna, men tad rædur um at sídani fara aftur til tad sunna og gera alt vid máta. 
Eg havi altíd skippa morgunmatin av tí at eg ikki havi so gódan matarlyst um morgunin. Eisini havi eg eti ca 2 ferdir um dagin og tá eg so enduliga havi eti havi eg eti, át eg alt ov nógv. Hettar er tad ringasta ein kann gera, um ein vil halda forbrenningini uppi. 
Eg havi so í nakrar vikur eti beinavegin eg eri komin upp eina skál av havragrýn (uttan sukur hehe). Teir fysrtu dagarnar helt eg at tad smakkadi heilt forferdiligt, men nú dámi eg tad betur og betur. 
Tá eg ikki havi orku ella hug at gera mær nakad at eta tá teir 3-4 tímarnar eru farnir so havi eg fingid mær nutrilett (líknandi nupo) sum er skjótt at shake´a og so drukkid tad (Sjokulátasmakk og smakkar MEGA væl). Hettar er ikki tí at eg vil erstatta mat vid pulvurdrykk, men eg hugsid at tad er betur at drekka tad enn einki at eta. 
Eg royni at halda mær frá øllum hvítum t.d fransbreyd, pasta, eplir, rís og tad haldi eg er tad ringasta at yvirhalda, men ein kann keypa fullkornspasta. Um eg havi hug til okkurt ósunt havi eg keypt sjokulátabarrir frá nutrilett og eisini dr.oetker músli bar. hettar smakkar væl og er eitt gott sunt alternativ. 
Eisini eri eg ein stór fan av smoothie og haldi tad er mega gott at fáa sær ein frískan smoothie tá ein er módur av øllum tí grova matinum. 
Eitt sum er umrádandi tá ein gjarna vil lætna, er at hugsa í tí sunna bananum í øllum stødum. T.d vóru eg og sjeikurin á jensens bøfhus eitt kvøldid, har eg yvirraskandi hugsadi um hvat eg bílagdi. Eg valdi rækjusalat, fitnesskýlling í stadinfyri búff og so fór eg einafer upp at fáa mær ís (tag selv is) og át hann eingong ikki upp (klapp på skulderen). Hettar er kanska tekin um at eg eri farin at hugsa í adrar banar. 
Eisini eftir at eg eti morgunmat, føli eg at eg ikki eri líka svong og lekkursulten. 
Fyri meg hevur tad verid ein lætti ikki at bædi trena og broyta matvanar. Nú tá eg havi broytt matvanar og gjørt tad í eina tíd so fari eg spakuliga at taka motión inn í myndina. 
Av tí at eg havi verid nidri í 1 mána og skal verda her í ein avtrat, so haldi eg at tad er lættari at finna rávørur til at gera sunnan kost. Eisini havi eg tuga mammu mína vid at broyta lívsstíl og tad hjálpir at hava onkran sum minnir ein um at verda sunnur og motiverar ein. 


Vónandi er hettar ein motivatión til tín sum vil av vid nøkur kilo, men veit ikki hvar tú skalt byrja.


Góda weekend


BWinther <3













Ingen kommentarer:

Send en kommentar