Her er ein tallerkhyll sum eg havi keypt 2hand fyri 150kr og síðani mála hana av nýggjum. Teir lillaðu kopparnar og tallerkanar eru frá greengate og eru keyptur til serprís á www.gabriellas.dk, eg fekk 5 koppar fyri 240kr við frakt so eingin tollur kom á og tað kom direkta inn um hurðina nakrar dagar eftir eg bestilti á netinum. Teir 2 kláru stóru tallerkanir eru teir sum eg og maðurin ótu av á okkara brúðarveitslu og eru keyptur í idemøblum. Hjarta sum hongur á tí eini skuffuni á tallerkhyllini er keypt í fípuni í sms. Mítt tema í køkinum er lilla oh helst við hvítum prikkum. Vónandi kann hettar geva tær íblástur til ein hugnakrók í tínum heimi. Gott vikuskiftið
Hey, vid hesum bloggi vil eg vísa á ymiskt id gongur fyri seg í mínum dagligdegi..alt frá bíløt av mínari familju til yndisanga ;)ENJOY!
fredag den 9. november 2012
torsdag den 8. november 2012
Tunsalat
So havi eg enduliga gjørt tunsalat og enntá uttan mayonaise. Uppskriftina havi eg fingið á netinum men havi sjálv valt at koyra mais í!:)
Hettar er til eina stóra potión:
2 dós í vatn
4 dl greskum yoghurti
200 gr hakkað leyk
1 dós mais
1 sitrón (saftin)
Salt&pipar
Fyrst síla vatnið frá tundósini og blanda vatnið saman við greska yoghurtinum. Síðani koyr leykin og mais í og rør. Pressa sitrónina í blandingina. Mosa tunstykkini og rør tað í, til síðst smakka til við salt og pipar.
Vælgagnist
fredag den 2. november 2012
High on Pinterest
Um tú vilt ígongd vid at gera okkurt kreativt, er pinterest heilt sikkurt fult av íblástur. Her eru nøkur dømi:
Abonner på:
Opslag (Atom)